Núpur komin aftur við 100.000 pundum


Núpur kom aftur klokkan 04:50 í morgun. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Núpur hevur 100.000 pund, tað mesta var hýsa, toskur og longa. Landa verður til Kósina júst nú.
Ein partur bleiv eisini seldur til Fiskamarknaðin Føroyar og tað var 29.960 pund, tað mesta var hýsa, 16.920 pund og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Núpur byrjaði túr tann 18. januar
Skipari var Tommy.
Her myndir tiknar í morgun, sjá herundir.
SáH
NÚPUR – ( KG 910 ) | KLAKSVÍKAR HAVN | 18-01-2021 | 29-01-2021 | 10.480 |
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: