Núpur komin aftur av sera buldraslignum túri við 180.000 pundum

Hetta gjørdist ein sera buldrasligur túrur hjá Núpi. Seinasta vikuskiftið tá ið ódnin leikaði uppá tað harðasta, var Núpur á fiskileið, sum eitt av fáu skipinum, um ikki tað einasta.
Núpur kom aftur klokkan eitt í nátt og hava teir roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Landa verður til Kósina í morgun. Tað mesta av veiðuni var longa, toskur og hýsa, 30.000 pund longa og restin toskur og hýsa.
Ein stórur partur bleiv eisini boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, 107.480 pund, 52.400 pund hýsa, 45.720 pund toskur, 9.120 pund brosma og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Tað blivu settar 10 setur, men nógvar vóru hálvar, tá ið illveðrið leikaði uppá tað harðasta.
Besti dagurin hjá Núpi hendan túrin var 27.000 pund.
Við vóru 14. mans og skipari var John Kári.
Jákup B byrjaði túr tann 24. februar.
Vit ynskja Núpi vælkomin heimaftur av hesum minniliga og buldrasliga túri.
SáH
NÚPUR – ( KG 910 ) | KLAKSVÍKAR HAVN | 24-02-2020 | 05-03-2020 | 53.740 |