Núpur kom aftur kl. 21:00 í gjárskvøldið við 130.000 pundum

Í vánaliga veðrinum í gjárskvøldið, har tað pissaði niður og nógvur vindur, kom Núpur aftur til Klaksvíkar við 130.000 pundum.
Klokkan er nú 06:25 fríggjadagur tann 27. september og nú landa teir til Kósina.
Núpur byrjaði túr tann 18. september og hava teir roynt við línu vestanfyri Føroyar, so hetta gjørdist ein góður túrur.
Tað mesta var toskur og hýsa. Hýsan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og bleiv tað til 51.960 pund.
SáH


Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: