Núpur kom á Klaksvík á miðnátt av sera góðum túri, teir høvdu 150.000 pund

Núpur kom aftur á Klaksvík á miðnátt av góðum túri. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Landa verður til Kósina og høvdu teir 1166 kassar á 64 kg íalt 149.248 pund, tað mesta var hýsa og toskur. Tann størsti parturin av veiðini bleiv boðin út til Fiskamarknaði Føroyar og tað var øll hýsan, 88.320 pund.

Teir byrjaði túr tann 19. februar, so hetta gjørdist ein sera skjótur og góður túrur.

Landa verður júst nú til Kósina, klokkan er 07:29 fríggjamorgun tann 21.02.2020.

SáH

NÚPUR – ( KG 910 ) KLAKSVÍKAR HAVN 15-02-2020 21-02-2020 44.160
Núpur, mynd tikin tann 21.02.2020 klokkan 06:58
Núpur, mynd tikin tann 21.02.20202 klokkan 06:59
Núpur, mynd tikin tann 21.02.2020 klokkan 06:59

Lýsing Maverick Barr

Lýsing Maverick Barr
Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.