Núpur er komin inn við 48.000 pundum

Núpur kom aftur tíðliga í morgun. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 48.130 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 29.000 pund hýsa, 14.600 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 22. mars, sostatt ein stuttur túrur, góða viku burtur.

Landa bleiv til Kósina og byrjaðu teir at landa Núp klokkan 06:00 í morgun.

SáH

NÚPUR – ( KG 910 ) KLAKSVÍKAR HAVN 22-03-2022 30-03-2022 24.065

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: