Nú verður møguleiki við FIMMARA allar dagar í vikuni í Klaksvík

Hvør minnist ikki FIMMARIN í Klaksvíkar Klubba, hann var sera væl umtóktir og nú verður aftur møguleiki at fara til Fimmara hvønn dag í vikuni í Klaksvík.

Maverick Barr hevur broytt upplatingartíðirnar, har byrjað verður við Fimmara hvønn dag og í tí sambandinum lata vit hølini upp ein tíma fyrr og lata aftur klokkan 22:00, frá 23 til 22.

Fimmarin er frá 17:00 – 18:00 allar dagarnir í vikuni og tá verður tilboð uppá øl og annað.

Vónandi fara viðskiftafólkini at taka væl ímóti at FIMMARIN aftur er ein møguleiki í Klaksvík.

SáH

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: