Nú skulu vit hava summartíð alt árið

Ein eyka tími av dagsljósi seinnapart um veturin, og somu klokkutíð sum Evropa helvtina av árinum. Hetta verður í høvuðsheitum úrslitið av uppskotinum um løgtingslóg um klokkutíð, sum Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur sent til almenna hoyring.

Við uppskotinum skulu vit í Føroyum ikki longur flyta klokkuna tvær ferðir um árið, men fáa í staðin summartíð (UTC+1) alt árið.

“Tíðin er farin frá at flyta klokkuna. Fleiri fyrimunir eru við at fara til varandi summartíð, m.a. ljósari seinnapartar um veturin. Nú er uppskotið sent til almenna hoyring, og eg vóni at fleiri fara at nýta høvi til at koma við viðmerkingum, soleiðis at vit fáa eitt gott kjak um uppskotið,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Í mars í ár hevði løgmaður grein í miðlunum, har hann reisti spurningin, um vit framhaldandi skulu flyta klokkuna í Føroyum. Her vísti løgmaður m.a. á, at heimurin er nógv broyttur, síðan skipanin við summartíð kom í gildi í 1980. Samskiftishættirnir eru munandi broyttir og betraðir, og tí er ivasamt, um vit fáa nakað burtur úr at alt samfelagið flytir klokku tvær ferðir um árið.

Uppskotið løgtingslóg um klokkutíð liggur til almenna hoyring inni á ummælisportalinum hjá landsstýrinum, har øll hava møguleika fyri at gera viðmerkingar. Hoyringsfreistin er 7. november 2022.

Fakta um summar- og vetrartíð
– Lond byrjaðu at skifta millum vetrar- og summartíð fyri at fáa sum mest burtur úr dagsljósinum. Javnvágin millum dagsljós og arbeiðstíðirnar hjá fólki høvdu ein stóran orkusparandi týdning.

– Amerikanski uppfinnarin og politikarin Benjamin Franklin skjeyt upp longu í 1784 at seta í verk ”daylight saving” fyri at spara uppá kertuljósini.

– Fyrstu londini at seta hetta í verk fyri góðum 100 árum síðan vóru millum annað Nýsæland, Týskland, Eysturríki-Ungarn og Bretland.

– Fleiri lond gjørdu tað sama upp gjøgnum 20. øld, og serliga eftir orkukreppurnar í 1973 og 1979.

– Føroyar løgdust afturat í 1980.

Løgmansskrivstovan

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: