Nú nærkast freistin til, at sendistovurnar og føroysku stjórnarráðini seta starvslesandi til seinna hálvár í 2022

Freistin at søkja er týsdagin 15. februar. Vinaliga sendið umsóknina til ummr(at)ummr.fo

Sum vanligt, ber til at søkja um at gerast starvslesandi á føroysku stjórnarráðunum og føroysku sendistovunum. Tað ber til at søkja til fleiri sendistovur ella stjórnarráð samstundis, men vit vilja fegin, at umsøkjarar raðfesta síni ynski. Vert er at hava í huga, at viðurskiftini við hvørt laga seg soleiðis, at eitt ráð ella ein sendistova ikki fær tikið inn starvslesandi.

Vit vænta, at flestu aðalráðini kunnu taka inn starvslesandi komandi hálvár.

Eftir ætlan fara sendistovurnar í Reykjavík, Keypmannahavn, London, Brússel og Tel Aviv at taka inn starvslesandi í 2022. Tað ber tískil ikki til at søkja um pláss í Moskva og Beijing í hesi atløgu.

At vera starvslesandi gevur tær eina góða lívsroynd, og fyri sendistovuna ella landsfyrisitingina ert tú ein virðismikil arbeiðsmegi.

Seinastu árini hava nógv starvslesandi verið á sendistovum okkara, og tað gerst alt meira vanligt hjá føroyingum undir útbúgving at vera starvslesandi í stjórnarráðum okkara.

  • Les meira um at gerast starvslesandi í føroysku sendistovunum her 
  • Les meira um at gerast starvslesandi í landsfyrisitingini her

Fyll út hjálagda umsóknarblað og send tað til  Uttanríkis- og mentamálaráðið, sum samskipar viðgerðina av umsóknunum við stjórnarráðini.

Vit mæla til at umsøkjarar skriva eitt sindur um seg á umsóknarblaðnum ella senda eina “motiveraða umsókn” og lívsrensl saman við umsóknini.

Freistin at søkja er týsdagin 15. februar. Vinaliga sendið umsóknina til ummr(at)ummr.fo

Løgmansskrivstovan

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: