Nú mugu okkara politikarar traðka í karakter

Niðanfyrinevndu valfeløg krevja, at Pf Vágatunnilin og Pf Norðoyatunnil verða avtikin nú, og tunlarnir sum skjótast verða lagdir í landsvegakervið.

Tosið um hækkað bummgjald seinastu dagarnar vísir greitt, at tað er neyðugt at fáa tryggar karmar á Vestur og Norðurøkinum við beinanvegin at avtaka Pf Vága og Pf Norðoyatunnil.

Tunlarnir eru útgoldnir og tað er skeivt áhaldandi at krevja inn eykaskatt til eina útgoldna verkætlan.

Áhaldandi óvissan um, nær gjaldið fer at hækka og hvussu nógv tað hækkar, er ógvuliga skaðiligt fyri økini á so mangan hátt. Bæði vinna og fólk liva í óvissu og økini verða av teirri orsøk vald frá, heldur enn til.

Tað er bæði óneyðugt og kostnaðarmikið at hava stjóra, nevnd og partafeløg at ansa eftir hesum evarska lítla vegastubbanum uppá tilsaman eina 10 kilometrar. Harafturat er tað skaðiligt fyri økini við hesi bumm forðing, ið fleiri røddir nú ætla skal hækkast munandi komandi ½ øldina

Valfeløgini hjá niðanfyrinevndu flokkum mæla til at Norðoya og Vágapolitikarar og aðrir góðir løgtingspolitikarar í fyrstu atløgu krevja at:

Punkt1: Pf Vága & Norðoyatunnilin verður avtikin beinanvegin.

Valfeløgini mæla harafturat okkara landspolitikarum at útseta 2. viðgerð av

Punkt 2: Løgtingsmál um innkomuveg til Tórshavn LM 006/21

Punkt 3: Løgtingsmál um at gera Fámjinstunnil LM 005/21,

til eftir at Pf Vága & Norðoyatunnil eru strikaði sum partafeløg.

Vit mæla sostatt til, at nevndu tingmál verða tikin av skrá til komandi tingfund, um nevndu tunnilsfeløg ikki eru ávtikin áðrenn tingfundin 26.10.

Um Partafeløgini ikki eru avtikin áðrenn nevndu uppskot verða løgd fyri Føroya Løgting mæla vit okkara løgtingsumboðum til ikki taka undir uppskotunum pnkt 2 og 3.

Vegna

Norðoya Sambandsfelag, Hanna Ovadóttir, forkvinna

Norðoya Fólkafloksfelag, Símun Gullaksen formaður

Miðflokkurin í Norðoyggjum

Vága Sambandsfelag, Marjus Dam, formaður

Vága Fólkafloksfelag , Eggaba Andreassen, formaður

Mín meining tann 9. september 2021

Mín meining tann 7. mars 2021

Mín meining tann 21. oktober 2020

Please follow and like us: