Nú kunnu øll eldri enn 80 ár bóka tíð til koppseting

Nú kunnu øll eldri enn 80 ár bóka tíð til koppseting
Bókingarskipanin á corona.fo er júst latin upp fyri øllum, sum eru 80 ár og eldri.
Her eru nøkur góð ráð, tá fólk bíleggja.
• Hav p-tal og fartelefonina hjá tær, tá ið tú bíleggur tíð.
• Kennir tú teg ikki trygga við tøknina, so mæla vit til, at ein avvarðandi hjálpir tær.
• Til ber at brúka telefonnummar og teldupost hjá tí avvarðandi, tá ið tú bíleggur tíð.
• Um tit framvegis hava avbjóðingar við at bíleggja tíð, ber til at fáa hjálp við at ringja á 30 45 45
Klaksvíkar Sjúkrahús
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: