Tíðindaskriv Tíðindi Tónleikur og Mentan

Nú kanst tú søkja um filmsstuðul

Uttanríkis- og mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um stuðul til film í 2020.

Stuðulin kann veitast til ymsar tættir innan filmsgerð, harundir hugskots- og handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu.

Stuðulin kann verða játtaður einstaklingum, bólkum ella feløgum.

Freistin at søkja um filmsstuðul fyrra umfar er 1. februar 2020. Seinna umfar verður lýst í summar við freist 1. september 2020.

Gevið gætur, at stuðul verður latin treytað av, at játtan verður tøk til endamálið á løgtingsfíggjarlógini fyri 2020. Játtanin fyri 2019 var 2,7 mió. kr.

Mentamálaráðið

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *