Nú eru Fólkafloksfólk góð hjá Aksel, nú tað nærkast val

Í vikuni hava hópin av Fólkafloksfólkum í Norðoyggjum fingið venneanmodning frá løgmanni Aksel V. Johannesen, har hann biður tey, um at vera vinur við hann á Facebook.

Sindur løgið, tá ið hann alment hevur boða frá, at hann einki vil hava við at gera.

News.fo og Norðoya Portalurin hava fingið fleiri fráboðarnir frá Fólkafloksfólkum í Norðoyggjum, sum halda hatta vera sera ódámligt framferðarháttur av løgmanni, at nú val er fyri framman, at nú eru tey góð nokk, tí játtað tey at gerast vinur við løgmann, so fær man hópin av valgreinum frá honum, men tað hava Fólkafloksfólk als ikki áhuga í, tí hvør tímir at vera vinur við ein á Facebook, sum als einki vil hava nakað við tey at gera.

Man kundi spurt løgmann, hvat hann ætlar við hesum? og hví Norðoyingar bert eru góðir at fáa sum vinir, tá ið val er fyri framman ella fjórða hvørt ár?

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.