Í síðstu viku vórðu sprongdir 148 metrar í alt. Nú eru sprongdir 10.571 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum.

Móti Rókini er nú 138 metrar eftir at spreingja og millum Eysturoynna og Streymoynna 529 metrar.

Hvítanes: Í seinastu viku vórðu 64 metrar sprongdir. Í alt eru nú sprongdir 4.990 metrar frá Streymoyarlandinum.

Rundkoyring – Hvítanes: Sprongdir vóru 28 metrar. Á hesum teininum eru sprongdir 1.941 metrar.

Rundkoyring – Rókin: Í seinastu viku vórðu sprongdir 56 metrar. Har eru í alt sprongdir 2.015 metrar.

Kort, sum vísir tunnilslinjuna, og hvussu langt arbeiðið er komið, sæst á hesi leinkjuni:

https://www.estunlar.fo/…/eysturoyart…/framgongd-vid-boring/

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author