Novavax virkar eisini móti B117

Ein Korona vaksina, sum er framleitt av amerikansku fyritøkuni Novavax vísir sera góð úrslit móti Covid 19 og B117.

Úrslitið er 89,3 prosent móti Covid 19, kanningar eru gjørdar av 15.000 persónum í Bretlandi, har helvtin av fólkunum fingu vaksinuna og hin helvtin fekk saltvatn og kanningin vísti at 89,3 prosent sum blivu koppsett við Novavax ikki fingu Korona.

Væntandi góðtekur EU og Bretland vaksina ein av fyrstu døgunum og so kann hon sendast út á marknaðin.

Her kundi Føroyar fara í samráðingar við Novavax, so vit eisini fingu part av hesari vaksinu, tá ið hon einaferð kemur á marknaðin.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author