Nótaskip stuðlar verkætlanina hjá Pál Weihe við 1. millión

Nótaskip hevur avgjørt at veita 1 mió. kr. í stuðli til verkætlanina hjá Pál Weihe, yvirlækna á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Verkætlanin hevur til endamáls at kanna myrkatalið av coronasmittaðum í Føroyum. Hóast næstan 9 prosent av øllum føroyingum eru kannaðir fyri coronasmittu, so er ongin ivi um, at tað eru onnur, sum bera smittuna, uttan at vita tað. Hesin bólkur verður nevndur myrkatalið.

Kanningin verður gjørd við at máta andevni hjá 1.000-1.500 tilvildarliga valdum føroyingum fyri at fáa at vita, hvussu nógv av hesum hava verið smittað. Hesin kunnleiki ger heilsuverkið betri ført fyri í framtíðini at leggja fyribyrgingina av smittuni til rættis.

Limir í Felagnum Nótaskip eru feløgini í teimum trimum samtøkunum: Varðanum, Palla hjá Mariannu og Framherja.

Felagið Nótaskip

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.