Norðsøki landaði 6.516 pund til NFCS ígjár

Norðsøki sum kom aftur tíðliga um náttina, landaði til NFCS ígjár kl. 08:00.

Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar

Tað er sera harður streymur í løtuni og veðrið er einki serligt og tí er fiskiskapurin slakari.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðinum Føroyar og høvdu teri 6.516 pund, tað mesta var hýsa og toskur, sjá søluna herundir.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: