Norðsøki komin aftur við 65.000 pundum

Norðsøki komin aftur við 65.000 pundum

Norðsøki, mynd tikin tann 22.07.2020 klokkan 11:02

Júst nú er Norðsøki komin aftur undan Íslandi við 65.000 pundum.

Hetta gjørdist aftur ein góðir túrur. Teir hava snellast og meginparturin av veiðuni var upsi, 50.000 pund upsi og 15.000 pund toskur.

Teir rundaðu Klakkin klokkan 11.00 í aller fagrasta veðrinum, sjá filmsklipp herundir.

Seinasta túrin undan Íslandi høvdu teir fult skip, 70.000 pund, 50.000 pund upsa og 20.000 pund tosk. Tá komu aftur tann 29. juni og nú eru teir longu komnir aftur á Klaksvík við næstan fullum skipi 65.000 pundum.

Hetta er at frøðast yvir at tað gongur gott hjá teimum. Vælkomnir aftur.

Landa verður nú til Kósina.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: