Norðsøki komin aftur av roktúri, heili 18.000 pund

Nú klokkan 10:30 kom Norðsøki aftur av roktúri. Teir hava roynt við línu norðanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 17.790 pund, tað mesta hýsa og toskur, 11.500 pund hýsa, 6.000 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir løgdu at á Stongunum, har teir koyra stamparnar uppá land og síðani til NFCS at landa.

Í gjár hevði Norðsøki 11.000 pund, tað msta var hýsa og toskur, 7.150 pund hýsa, 3.800 pund toskur og restin annað fiskaslag.

SáH

NORÐSØKI – ( KG 538 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 24-02-2020 24-02-2020 5.525
NORÐSØKI – ( KG 538 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 25-02-2020 25-02-2020 8.895

Ikki 18.000 tons, men 18.000 pund hehehehe

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author