Norðsøki hevur havt eina super viku higartil og vikan er ikki liðug enn. Teir hava verið til útróðrar í 4 dagar og hava fiska 60.000 pund. 14.800 pund mánadagin, 14.400 týsdagin, 16.000 mikudagin og í dag 14.500 pund, fantastiska flott klára.

Í dag komu teir aftur klokkan 15:30 við 14.500 pundum á 54 stampum. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað mesta var toskur og hýsa.

Tað eru fýra mans við Norðsøki, júst tá ið eg tók myndina var tann eini burtur, men hesir síggja sera fegnir út.

Landa bleiv til NFCS klokkan 15:45.

SáH

Lýsing stórskermurin við Klaksvíksvegin, ring 273200

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author