Nú klokkan 13:00 kom Norðsøki aftur av góðum túri. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 15.080 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 10.600 pund hýsa, 4.300 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Norðsøki koyra júst nú stamparnar uppá land á Stongunum og síðani fara teir yvir um Vágni at landa til NFCS.

Norðsøki gjørdist bestir í dag, við 15.080 pundum.

SáH

NORÐSØKI – ( KG 538 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 26-02-2020 26-02-2020 7.540

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author