Avgreiðslur okkara fyribils afturlatnar
Fyri at verja viðskifta- og starvsfólk okkara ímóti coronavirusinum, eru avgreiðslurnar hjá Norðoya Sparikassa afturlatnar frá í dag fríggjadegnum 13. mars kl. 13 og fyribils í 14 dagar.
Tað ber sostatt ikki til at koma inn í Norðoya Sparikassa at avgreiða fíggjarligu viðurskiftini sum vant.
Vit heita á viðskiftafólk okkara um at seta seg í samband við okkum soleiðis:
Ring tel. 475000
Send teldupost til ns@ns.fo ella skriva til okkara í netbankanum
Kjatta við okkum á heimasíðuni
Brúka hesar tænastur:
Brúka netbankan og sjálvtøkur
Halt telefon- ella netfund við tín kundaráðgeva
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: