Norðoya Portalurin og News.fo gjørt avtalu um stórskermin við Klaksvíksvegin

Fyrsta mars gjørdu Norðoya Portalurin og News.fo avtalu við Hans Christian Øregaard um stórskermin við Klaksvíksvegin, har Norðoya Portalurin og News.fo fara at reka stórskermin í framtíðini.

Hetta gevur lýsarnum á Norðoya Portalinum og News.fo góðar møguleikgar at vísa seg fram í Klaksvík, tí hetta er ein av teimum størstu stórskerminum í Føroyum, hann sæst langa veg.

Stórskermurin liggur eisini sera væl fyri og er klaksvíksvegurin ein av høvuðsvegnum, sum hevur einamest ferðslu í Klaksvík. Eisini hevur hesin skermurin sera stóra upploysing og tí eru myndirnar sera klárar.

Ætlanin er eisini at vit fara at koyra onkur tíðindir og myndir á skermin.

Tað verður undirritaði Símun á Høvdanum, sum fer at taka sær av lýsarum og tíðindunum. Tit kunnu seta tykkum í samband við Símun á Høvdanum á telefon 273200 ella 220170. Eisini ber til at senda honum ein meyl á simun@news.fo ella eisini finna tit hann á Facebook, her hansara síða, klikk her:  https://www.facebook.com/simun.eu

Fyrstir at lýsa var Trygd og her myndir av teirra lýsing, har tey lýsa um alment tiltak í Klaksvík í kvøld tann 3. mars.

Hann sæst eisini sera væl, her kavar tað av møkum
Ein av størstu stórskermun í Føroyum
Sera góðan upploysing, so lýsingin er sera klár.
Please follow and like us:

2 thoughts on “Norðoya Portalurin og News.fo gjørt avtalu um stórskermin við Klaksvíksvegin

  1. Pingback: pinewswire.net

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.