Norðoya Bátafelag latið hølini upp í Klaksvík

Nevndin í Norðoya Bátafelag: Janus á Tjaldrafløtti, Jóhanna Hansen, Karl Olgar Joensen, Marni Isaksen og Sigmar Høgnesen

Klokkan 15:00 í dag lat Norðoya Bátafelag hølini upp á Roykivirkinum.

Nógv fólk vóru samankomin og helt Jóhanna Hansen, forkvinna í Norðoya Bátafelag røðu og takkaði Rasmussen familjuni fyri vælvild at tey eru sloppin inn í hølini á Roykivirkinum, eisini takkaði hon Klaksvíkar Kommunu fyri góðan stuðul og góðan samspælari og takkaði hon serliga Atla Justinussen formann í Havnanevndini og Jóhannu Christiansen forkvinna í Mentanevndini fyri gott samstarv, hoyr taluni herundir.

Atli S. Justinussen segði eisini nøkur orð og takkaði hann eisini Norðoya Bátafelag fyri gott samstarv og segði hann, at 1 millión eru avsettar til at fara í gongd við eitt nýtt bátahús í Klaksvík og gav hann Norðoya Bátafelag 10.000,00 kr. í gávu frá Klaksvíkar Kommunu og tað var forkvinnan sera glað fyri.

Eisini bátafólk frá Tórshavn vóru komin norður at heilsa uppá og aftaná var høvi hjá fólkunum at tekna seg sum lim í Norðoya Bátafelag og tað vóru fleiri sum gjørdu tað.

Ein sera hugnalig løta í snotuligu nýggju hølinum hjá Norðoya Bátafelag. Tillukku við hølinum.

Í nevndini í Norðoya Bátafelag sita:
Jóhanna Hansen, forkvinna
Karl Olgar Joensen, næstformaður
Sigmar Høgnesen, skrivari
Janus á Tjaldrafløtti, kassameistari
Marni Isaksen, nevndarlimur

SáH

Lýsingarprísir, klikk bannara omanfyri
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: