Lesarabrøv

Norðmenn sleppa undan sóttarhaldi og okkara fiskimenn skulu 14 dagar í sóttarhald

Hetta líkist svartasta ongum, at norðmenn frá NCC sleppa undan sóttarhaldi og føroyingar sum hava verið uttanlanda skulu í sóttarhald í 14. dagar.

Hetta var akkurát tað sum hendi í Danmark og Føroyum, fólk komu aftur í bólkum frá Frankaríki, Italia og Eysturríki og smittaði síðani tey alt Danmark og tað mesta av Føroyum.

Her tosað vit um 30 norðmenn, sum sleppa undan sóttarhaldi og okkara uttanlanda fiskimenn skulu 14 dagar í sóttarhald. Hatta gevur onga meining.

Hetta skrivar ein fiskimaður á sínum Facebook vanga í gjár:

Hvat er meiningin við at senda fólk í heimauppihald? Eg kom til Føroya mikudagin í síðstu viku, og skal, sambært tilmælinum frá myndugleikunum, vera á matrikulinum í tvær vikur. Í dag frætta vit at útlendingar, sum arbeiða við tunlunum, ikki skulu í nakað uppihald av nøkrum slag. Eg kom av skipi mikumorgunin, koyrdi við egnum bili út á flogvøllin í Kastrup og fór so við flogfarinum heim. Síðstu tvær vikurnar áðrenn vit fóru í land vóru vit avbyrgdir umborð. Tað vil siga, at eg havi verið í ‘vanda’ fyri at blíva smittaður eina lítla løtu í Kastrup, i flogfarinum og á flogvøllinum í Vágum. Eg sleppi ikki eingong ein biltúr ella spadseritúr einsamallur.
Hava teir persónarnir, sum arbeiða við tunnlunum, verið avbyrgdir áðrenn teir komu til Føroya? Gevur hetta nakra sum helst meining?

Hetta skrivar ein kona á sín Facebook vanga:

Mađur mín kom eisini heim úr Norra mikudagin. Frá Bergen – Oslo v flogfari sótu tey spjødd. Frá Oslo – Kastrup á sama hátt. Men úr DK til Fø stústappađ í flogfari. Vit spyrja sama spurning um hetta ikki er galdandi fyri øll sum koma uttan îfrá: 14 dagar sjálvbođi v hús. Hann hevur veriđ á sama matrikkli nú síđan mikudagin, bara líka burturfrá at geva seyđi, og tađ er burturfrá bygdini har eingi hús eru. Ja ein má undrast. Sóttarhaldi liđugt komandi mikudag. Hvussu er v norđmonnunum🤔

Hetta má steðgast alt fyri eitt. Hesir norðmenn kunnu smittu okkum øll og so kunnu vit smitta okkara eldru og tey sum eru mest útsett og tað kann fáa stórar fylgjur. Hetta er ein álvarslig sjúku og fólk kunnu doyggja av Corona.

SáH

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.