Norðlýsið vorðin ein plattur hjá andstøðuni

Tá núverandi andstø∂a, tey sum seinastu fýra árini sótu vi∂ valdinum í Klaksvíkar kommunu, í mi∂li undanfarna borgarstjóra – Nor∂lýsinum, leggja undirrita∂a undir at leggja fram ósannindi fyri almenninginum, og skapa split og mistreysti, so kann eg ikki lata ver∂ vi∂ at koma vi∂ hesi vi∂merking.
Eg haldi ikki, at ta∂ kom sum eitt yvirraskilsi á býrá∂spolitikkarar, at tørvur var∂ at taka lán fyri at fíggja virksemi hjá kommununi vi∂ øllum tí virksemi sum er.
At vit einans valdu at bi∂ja um heimild at lána 70 mill kemst av, at vi∂ gó∂um samskifti vi∂ arbei∂stakarar, hava flutt nøkur gjøld til 2022.
At borgarstjórin kom sníkandi vi∂ einum skjali á fíggjarnevndarfundi er eitt sindur ni∂ursetandi. Tá limur í figgjarnevndini spurdi, hvat láni∂ skuldi brukast til deildi eg skjal út, har endursko∂a∂a fíggjarætlanin, vi∂ sáttmálum o.a. var ført í. Millum anna∂ hev∂i undanfarna býrá∂ onki sett av til útstykking á Fossum og vi∂ Bor∂oyarvík, ella avsett naka∂ til at fáa skil á veghæddina í Biskupstorgi. Bara hesi trý nevndu geva eina upphædd omanfyri 80 mill.
Tá eg havi úttala meg um, at núverandi meirluti bert hevur fingi∂ okkurt smávegis ra∂fest innímillum, so er ta∂ ikki langt av lei∂. Nógv tann størsti parturin av játtanum fyri 2021 eru antin undirskriva∂ir sáttmálar ella avtalur, sum undanfarna býrá∂ einmælt hevur samtykt.
At okkara fyrr so høgt virda lokalbla∂ nú er vor∂in ein plattur hjá undanfarnu býrá∂slei∂slu, har undanfarni borgarstjóri er eigari, leggi eg ikki so nógv í. Vit í núverandi lei∂slu royna at avrika, heldur enn at hugsa um popularitet.
Øll, sum eg fer∂ist ímillum, hava gott mót og síggja ljóst uppá framtí∂ina, og ta∂ skulu tey halda fram vi∂, tí Klaksvíkar kommuna erí gó∂um hondum.
Karl Johansen, Borgmeistari