Norðingur við nýggjum slagsangi, hoyr hann her

Norðingur hevur í gjár lagt ein nýggjan slagsang út á YouTube og tað var eisini í gjár, at teir vóru um reppi at vinna á klaksvíkingi.

Her sangurin og niðanfyri er teksturin, um tit ynskja at syngja við.

Sera vakur sangur og man hann ikki blíva spældur, tá ið Norðingur fer at vinna einaferð í framtíðini.

SáH

Vit hava hoyrt søgur um norðingin.
Í 60unum við øllum sigrunum
Á bógnum sterki maðurin.
Um landið víðagitin.

Niðurlag:
Norðingur, gerið tykkar allarbesta.
Norðingur, vit stuðla tykkum fram á mál.
Norðingur, mítt róðrarhjarta um at bresta
Norðingur, tú fyrstur vart á mál.

Menn draga út nýtt 10-mannafar
Nú leita sær aftur til árarnar.
Á Norðoyastevnu prógvaðu
At enn í dag tit megna tað.

Í bygdunum er høgur spenningur.
Her standa vit saman um kappróður
Nú aftur skriva søgur um
At sigurin fór norðurum.

Orð: Hallgerð Akurstein & Hans Fuglø Christiansen
Lag: Hans Fuglø Christiansen
Solo rødd: Hans Fuglø Christiansen
Kór og bakgrundsrøddir: Hans Fuglø Christiansen, Sigmar Sørensen og Kristoffer Mørkøre, Molakóri, bátsmanning & Suni Merkistein.

Frammleiðsla, upptøka & ljóðblandað: Kristoffer Mørkøre

Norðingur

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: