Nógvur útróðrarfiskur leygardagin

Nógvar bátar vóru til útróðar leygardagin. Trúgvi í Vági var fyrstir at landa og høvdu teir 2.500 pund á 10 stampum, tað mesta toskur og hýsa.
Kallanes hevði 12.000 pund.
Klokkan 12:00 kom Stakkavík aftur og teir høvdu 10.000 pund. Bragd og Dalsenni komu aftur kl. 14:00. Bragd hevði 12.000 pund og Dalsenni hevði 7.800 pund, so íalt høvdu útróðarbátarnir umleið 45.000 pund leygardagin.
Landa bleiv til NFCS.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: