Nógvur útróðrarfiskur í Klaksvík í dag

Skýlisklettur var fyrstur á kaj í morgun, teir komu aftur kl. 08:00 og høvdu 2.424 pund, helvt um helvt toskur og hýsa.

Líðhamar var tann besti, teir høvdu 9.640 pund. Bragd hevði 8.280 pund, Stakkavík 7.104 pund, Dalsenni 6.400 pund, Bjørgvin 3.834 pund, og Skýlisklettur 2.424 pund. Allir landaðu teir til NFCS. Kallanes hevði 8.910 pund, men teir landaðu á Eiði.

Annars hevði Stakkvík ein roktúr leygardagin, teir høvdu heili 10.898 pund, tað mesta toskur.

SáH

Norðsøki. Mynd tikin tann 24.06.2019
Norðsøki. Mynd tikin tann 24.06.2019
Skýlisklettur. Mynd tikin tann 24.06.2019
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: