Nógvir útróðrarbátar landa til NFCS júst nú

Nú klokkan er 9 á morgni tann 18. desember landa 5 útróðrarbátar til NFCS.

Teir eru Skýlisklettur, Gjógvarenni, Stakkavík, Dalsenni og Bragd, sjá mynd herundir, sum er tikin klokkan 08:49 í morgun.

Bestir av bátunum í morgun er Bragd teir hava umleið 12.000 pund, Stakkavík 8.400 pund, Dalsenni 6.320 pund, Skýlisklettur 4.704 pund og Gjógvarenni 2.600 pund.

Bjørvin er eisini úti í nátt og hann hevur boðað frá landing klokkan 12:00 og teir hava 6.100 pund.

Kallanes og Norðsøki eru eisini úti, men teir hava vit onki hoyrt frá.

Hesir landa til NFCS júst nú:

BRAGD – ( KG 642 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 18-12-2019 18-12-2019 6.045
DALSENNI – ( KG 301 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 18-12-2019 18-12-2019 3.160
SKÝLISKLETTUR – ( KG 706 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 18-12-2019 18-12-2019 2.352
GJÓGVARENNI – ( KG 333 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 18-12-2019 18-12-2019 1.300
BJØRGVIN – ( KG 503 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 18-12-2019 18-12-2019 3.045

Skýlisklettur, Gjógvarenni, Stakkavík, Dalseeni og Bragd. Mynd tikin tann 18. desember 2019 klokkan 08:49

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author