Nógv harðari stormar enn áður sæð kunnu raka Føroyar


Føroyingar eru vanir at laga seg til veður og vind. Men hvussu kunnu vit fyrireika okkum til alsamt ógvusligari veðurviðurskiftini, sum standast av veðurlagsbroytingum? Hetta fer eitt lið av norðurlendskum granskarum at kanna í neyvum samstarvi við fólk í Føroyum.

– Vit mugu fyrst og fremst viðurkenna, at vit alla tíðina hava tosað um, at veðurlagstillagingarnar skuldu henda sunnanfyri í tropiskum økjum, men tað vit síggja nú er, at vit í norðurlondum eisini verða rakt av veðurlagsbroytingunum og enntá í stóran mun. Ávirkanin, sum verðurlagsbroytingarnar fara at hava á norðurlond, kann koma at kosta mannalív, um vit ikki eru fyrireikað.

Hetta sigur Rico Kongsager, lektari í Emergency and Risk Management ved Københavns Professionshøjskole. Hann leiðir verkætlanina ”Climate Change Resilience in Small Communities in the Nordic Countries, CliCNord”, sum er stuðlað av NordForsk. Verkætlanin samstarvar við fleiri partar í Føroyum, m.a. við Andras Marr Poulsen, tilbúgvingarsamskipara í Fiskimálaráðnum.

Umframt at granska í føroyskum viðurskiftum, fevnir verkætlanin um viðurskifti í Danmark, Íslandi, noregi og Svøríki.

Les drúgva grein um verkætlanina á heimasíðuni hjá NordForsk

Til ber at fylgja verkætlanini á Facebook

Mynd og kelda: nordforsk.org

Granskingarráðið

Dato: 30-09-2021

 

Please follow and like us: