Nógv fólk til móttøkuna, tá ið Norðurjól lat dyrnar upp

Dyrnar lótu upp kl. 10:00 í gjár og klokkan 16:00 var móttøka, har borgmeistarin og Mimmi Vágsheyg hildu røðu. Klaksvíkar Honrorkestur spældi nakrar vakrar jólasangir.

Tað hevur verið gjørt nógv burturúr og sera jólaligt, har umleið 20 handlar fara at selja teirra vørur og eisini verður høvi at fáa sær okkurt at eta.

Tað er eigarin av Café Fríðu, sum hevur verið samskiparin av Norðurjól 2019 og verður tiltakið heilt fram til 23. desember.

Upplatingartíðirnar eru frá kl. 10:00 – 17:30, tó longir í dag, nú Black Friday er.

Norðurjól heldur til á veghæddini á Biskupstorginum og er tað eitt upplívilsi hjá øllum, at støkka ein túr har inn har.

Her nakrar myndir frá móttøkuni í gjár.

SáH

[Best_Wordpress_Gallery id=”30″ gal_title=”Norðurjól”]

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author