Nógv fólk vóru til framsýninga hjá Klaksvíkar Kvøldskúla sunnudagin

Sunnudagin var árliga framsýningina hjá Klaksvíkar kvøldskúla á Skúlatrøð og har vóru nógv fólk og vitjaði.

Skráin var eisini fjølbroytt og næmingarnir vóru komnir væl frá teirra skúlagongd og vóru lutirnir og pløggini sera snøggir.

Nógvur tónleikur var eisini framførdur og borgmeistarin hevði eisini eina góða røðu og man kundi fáa sær ein kaffimunn við lekrum køkum.

Skráin var hendan:
15:00 Framsýningin letur upp
16:00 Harmonikutónar
16:30 Kvinnukórið Suð
16:45 Klaksvíkar Manskór
17:00 Borgarstjórin sigur nøkur orð
17:05 Livandi framsýning við føroyskum klæðum
19:00 Framsyningin endar

Her nakrar myndir frá sunnudegnum, sjá herundir.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: