Nøkur fakta frá Eivind Jacobsen um Corona virus

Í løtuni er totalur panikkur og fólk eru sera bangin. Tað er onki at siga til. Men tað er tó tídningarmikið, at vit eru rólig. Vit noyðast at royna okkara besta og taka tað róligt.

Vit vita at nú eru 9 smittað. Tí kunnu vit róliga siga, at smittan ferðast runt. Tað eru óiva munandi fleiri sum eru smitta enn tey vit vita um.

Nú noyðast vit at fyrihalda okkum til at smittan er her í føroyum. Og so taka vit tað harífrá.

Vit vita út frá stórari kinesiskari kanning og einari Italienskari frá í gjár, hvør blívur sjúkur og hvør doyr.

Miðaladurnin av sjúkum í Italia er 65 ár og miðal hjá teimum deyðu er 80 ar. 28% eru kvinnur. Vit vita eisini at av 268 deyðum høvdu 265 kroniskar sjúkur frammanundan. Og øll undir 40 (2 í tali) høvdu kroniska sjúku frammanundan. (td. kreft, diabetis, hjartasjúkur)

Tí vita vit at tað eru tey gomlu, sum eru í vandabólki. Tí noyðast vit helst at avmarka atgongd á ellisheimum og sjúkrahúsum munandi og starvsfólk noyðast vit eisini at gera reglur og mannagongdir fyri. At tað tekur mánar til vit aftur hava normalar tilstandir vita vit eisini.

Somuleiðis verður helst neyðugt vit onkrum slag av útgongubanni fyri okkum onnur undir 60. Handlar noyðast helst at stongja, burtursæð frá matvøruhandlum. Resturatiónir noyðast vit eisini at stongja. Spurningurin er um vit góðtaka tað.

At ansa eftir er ein ómøgulig uppgáva. Ósketni og líkagildiheit eru so menniskjaslig at tað sleppa vit ikki undan.

At lukka samfelagið niður í mánar kostar hús og heim hjá nógvum og verður ein búskaparlig katastrofa sum øll fara at merkja og tí má tað eisini havast við í metingina.

Tað ber ikki til at hvør hanus og janus hevur egna meining. Tað verður neyðugt at líta á teir sum ráða. Teir fara ivaleyst at gera feilir, Kanska stórar eisini. Men tað noyðast vit at taka við.

Men mest av øllum er neyðugt at øll skilja, at smittan er í landinum og tað tí er eitt sindur líka mikið við flúgvarum og skipum. Ferðafólk halda seg burtur, um alt er umleið stongt.

Stórsti smittuberðarin í løtuni er at øll fara til handils og standa í kø og hamstra vørur púra óneyðugt. Útlendskur leverandørur rópti varskó, tí keypið var 400% hægri enn tað plagar at verða.

Nú er neyðugt at sláa kalt vatn í blóðið. Somuleiðis er neyðugt at syrgja fyri, at tey sum hava t.d. diabetis og aðrar kroniskar sjúkur umframt tey gomlu hava minst møguligt samband við onnur.

Fyri at steðga smittuni er eisini neyðugt at fólk millum 15 og 60 sita heima og ikki fara út uttan av neyð. Børn eiga ikki at vitja ommur og abbar sum er 60+

14 dagar pausa er bara fyri at seinka útviklingini. Tey stig vit taka koma at varða restina av árinum.

Vacina verður í løtuni testa á djórum. Um 3 vikur verða royndir gjørdar við menniskjum. Áðrenn ársskifti væntast vaccinan at verða klár.

So vit noyðast at ansa eftir restina av árinum. Og tað er trupult. Tað krevur sera góðan vilja. Hvør einasti feilur kann hava risastórar avleiðingar. Og ongin veit hvat er rættast.

Men gott var um panikkurin minkar og vit øll hugsa eitt sindur klárari enn vit gera í dag. Tað er ikki lætt. Men við einum góðum vilja, so ber tað til.

Eivind Jacobsen

Please follow and like us: