Níggju tilburðir í gjár

Níggju nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Fýra persónar hava verið uttanlands. Ein teirra fekk staðfest smittuna við komu til Føroya, meðan tríggir persónar fingu staðfest smittuna á 3. og 4. degi.

Fimm persónar eru smittaðir í Føroyum. Fýra teirra eru partur av kendari smittuketu, meðan tað er ógreitt, hvussu tann fimti persónurin er smittaður.

2165 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 318.521 kanningar.

793 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 767 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 25 persónar smittaðir við koronu.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: