Níggju tilburðir í gjár og nú eru 119 smittaði í Føroyum

Í gjár vóru níggju nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

8 persónar eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum. Ein persónur er staðfestur smittaður fýra dagar eftir komu til Føroyar.

942 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 119 smittað í Føroyum, ein persónur er innlagdur.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: