Níggju tilburðir í gjár og nú er heili 121 smittaði

Í gjár vóru níggju nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Allir persónar eru smittaðir í Føroyum, og smittukeldurnar eru kendar.

1341 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 121 smittað í Føroyum, harav ein persónur innlagdur.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: