Níggju tilburðir í gjár


Í gjár vórðu níggju nýggir smittutilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Ein persónur fekk staðfest smittuna við komu til Føroyar, og ein við endurkanning dagin eftir komu. Tvey eru staðfest smittað tveir dagar eftir komu og ein fjórða dagin eftir komu. Seinastu fýra eru smittað í Føroyum av kendum smittukeldum.

Í løtuni eru 80 persónar smittaðir við COVID-19.

Hagtøl um corona í Føroyum eru at finna her.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: