Nic.fo liggur enn deytt

Fyri knøppum mánaða síðani, upplivdu vit at veitarin av føroyskum navnaøkjum, nic.fo var hackað. Nakrir týrkiskir hackarir høvdu verið inni á síðuni og broytt hana. Teir høvdu eisini verið inni og stolið nøvn og loyniorð hjá øllum brúkarunum á nic.fo. Harumframt høvdu teir verið inni á nøkrum føroyskum navnaøkjum og høvdu broytt teirra uppseting.
FO-ráðið, sum umsitir nic.fo valdi í fyrstuni, einki at siga. Men 2 dagar eftir álopið byrjaði at leka um hetta, tí at føroysk kt fólk byrjaðu at seta fokus á skilið í sosialu miðlunum.
Ivast var í, hvat teldusníkarnir høvdu haft atgongd til og hvussu nógv mundi verða broytt í skipanini. FO ráðið kom út við einari fráboðan um at okkurt var hent, men hendan fráboðanin var ógvuliga lítið sigandi. Eitt tíðindaskriv var sent út og ein líknandi tekstur var lagdur á heimasíðnuna hjá nic.fo
Støðan vísti greitt, at man var ikki greiður yvir, hvat var hent og hvussu nógv var likið út. Upplýsningarnir, sum komu frá FO ráðinum søgdu at álopið var framt 23 september og at 8 navnaøki vóru broytt. Upplýsningar ímilum kt fólk siga at álopið nokk er farið fram áðrenn og vit hava sæð, at tað eru meiri enn hasi 8 navnaøkini, ið vóru broytt.
Sum skilst so hava fólkini aftanfyri nic.fo slettis ikki greiðu á, hvat er farið fram og hvussu nógv er likið út.
Seinni hava vit sæð eitt eksakt kopi av gomlu nic.fo síðuni á einari undirsíðu hjá einum felagi í Vestmanna. Einki er tó komið fram, um hetta er nakað sum fólk handan nic.fo hava lagt út, ella um hetta er nakað sum teldusníkarnir hava lagt út, fyri at vísa á at teir hava atgongd til dns uppsetingina hjá øllum føroyskum navnaøkjum, og tískil kunnu upprætta nýggj undirøki og leggja tað teimum lystir út á tey.
Sum skilst, hava øll loyniorð hjá brúkarunum sum eru skrásettir á nic.fo, ligið sum ókrypterað data og hava tískil ligið atgongilig hjá einum og hvørjum, sum kláraði at fáa atgongd til skipanina. Hetta er í sær sjálvum, ógvuliga vánalig umsiting av data upplýsningum og má sigast at verða greið brot á, bæði føroysku datalóggávuna og brot á gdpr krøvini frá ES. Havast skal jú í huga at fleiri føroyingar í Danmark eiga føroysk navnaøki og upplýsningar um teir eru sostatt upplýsningar um ES borgarar.
Ábyrgdarhavarar handla ikki.
Vit skriva nú 18 oktober, altso ein knappan mánaða aftaná álopið og nic.fo liggur enn lamið og eingin veit hvussu skilið er. Sìðan riggar ikki og tað ber ikki til at stovna nýggj navnaøki, ella gera broytingar.
Tað at skipanin er hackað er í sær sjálvum ikki størsti trupulleikin her. Tacklingin av støðuni og framferðin aftaná, har FO ráðið hevur valt at stinga høvdið niður í sandin og ikki handla er nógv verri. Man torir ikki at siga hvør umsitir skipanina og man fær ikki ruddað upp, soleiðis at skipanin fæst tøk aftur. Tískil kunnu føroysku brúkarnir ikki verða vísir í at trygdin verður bøtt og álitið á FO-ráðið er fullstendiga fokið. Hetta hevði als ikki verið accepterað í einum øðrum landi.
Eitt so handlingslammað ráð, kann ikki halda fram at sita við ábyrgd av einum so týdningarmiklum øki. Sambært reglugerðunum fyri FO ráðið, so velir vinnumálaráðið stýrið, eftir tilmæli frá KT felagnum. So um KT felagið hevur áhuga í at Føroya verða tiknar í álvara sum kt land, so má tað gera eina nýggja tilráðing sum skjótast, soleiðis at vit kunnu fáa eitt FO-ráð, sum vit kunnu hava álit á.