Nevndarlønir uppá 16.400,00 kr. + høgar stjórarlønir um mánaðin

Tók eina tilvildarliga síðu úr Nevndarlimir, nevndir og samsýningar frá Løgmansskrivstovuni og her sæst, at heilt rík fólk úr Tórshavn, sum vinna milliónir og sum eru stjórar á risa fyritøkum, fáa eyka heilið 16.400,00 kr. í nevndarlønum um mánaðin.

Hvat er hetta fyri nakað og so fór samgongan eftir okkara pensjónistunum ígjár og góvu teimum eina eyka rokning uppá 3.7 miliónir, tí tey høvdu spart eitt sindur av peningini upp ígjøgnum sítt lív.

Hví skulu heilt rík fólk fáa so stórar nevndarlønir um mánaðin, sjá lista herundir. Nú veit eg ikki um tey eru politiskt sett?, men hetta luktar langt vekk og vónandi hava hesi fólkini góða samvitsku, at fáa allar hesar pengarnar eyka.  EG vóni bara ikki at okkara útjaðarpolitikkara halda at hetta er íordan.

Mín meining er tann, at man skuldi niðurlagt allar almennu nevndirnar skjótast gjørligt og so sett tær av nýggjum og tær, sum vit hava brúk fyri, sloppu at hildu áfram og tær, sum fólk bara trekkja nevndarlønir, skuldi verið niðurlagdar beinanvegin, helst áðrenn 2019.

Eisini skuldi tað ikki verið loyvt, at nevndarlimir sita í fleiri nevndum og summi sita í hópin av nevndum, eitt nú Kristoffur Laksá, hann situr í heili 6 nevndum og fær hann 16.000,00 kr. um mánaðin í nevndarlønum, sjá skjal herundir. Nú kenni eg ikki mannin, men eg eri sikkur uppá, at hesin eisini hevur eitt starv við síðuna av sínum mongu nevndarsessum.

Hetta er púra ørt og hví taka ikki útjaðarapolitikarnir seg saman og fara at rudda upp í hesum óskilinum, so vit ikki brúka milliónir frá fiskivinnuni í útjaðarnum til almennar nevndarlønir í Tórshavn.

Hetta kunnu tit taka upp nú fíggjarlógin skal samtykkjast fyri 2019 og har kundi tit spart milliónir, sum átti at  komu okkara pensjónistum til góða.

Her yvirlit yvir øll nevndarfólkini og hvat tey fáa um mánaðin í nevndarlønum, klikk her: “Nevndarlimir,nevndir og samsýingar”.

SáH

 

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.