Nettoskuldin í Klaksvíkar Kommunu verður oman fyri álíkningina við ársenda

Skuldin økist við risa fetum í Klaksvíkar Kommunu og við ársenda verður nettoskuldin oman fyri álíkningina.

Nettoskuldin er økt 81.891.000,00 kr. tey seinastu fimm árini og verður økt enn meira í 2021, metingin er heili 84.411.000,00 kr., sjá graf herundir. Innistandandi er í 2020 minus 27.172.000,00 kr. og tískil verður Klaksvíkar Kommuna noydd at taka lán fyri at fíggja óskilið í fíggjarstýringini, men kommunan letur sum luft og allar verkætlanaðir halda áfram og skuldin veksur hvønn dag við risa fetum.

Her tøl frá Klaksvíkar Kommunu:
Bankaskuldin er í dag 270 mió.kr., men neyðugt verður at taka lán – minst 15 mió. kr. Við hesum verður
bankaskuldin 285 mió.kr.

Í 2015 var nettoskuldin 92 mió.kr. undir eina álíkning, men gongdin higartil í ár bendir á, at við ársenda
verður nettoskuldin oman fyri álíkningina.

Orsøkin til hækkandi nettoskuld er, at roknskapirnir 2018 – 2021 vísa 180 mió.kr. í halli.

Verandi uppskot til fíggjarkarm vísir 53,8 mió.kr. í avlopi áðrenn íløgur og avdráttir.

Við hesum verður málið um fíggjarkarm 2022 lagt fyri fíggjarnevnd og býráð til støðutakan.

Fíggjarætlanin bleiv einmælt samtykt á Býráðsfundinum í gjárskvøldið.

Símun á Høvdanum