Natanel A. Matras fekk bronsunál við stjørnu í dag

Natanel A. Matras svam ein sera góðan 800 metur frísvimjing í dag. Hann kappast við Heina Hansen frá Suðuroyar Svimjifelag, teir fylgist fyri tað mesta, men í teimum seinastu 50 metrinum setti Natanel A. Matras ein ordiligan endaspurt inn og tann spurturin var so góðir, at hann megnaði at svimja seg til bronsunál við stjørnu.
Nálatíðin til bronsunál við stjørnu er 09:47.47 í 800 metur frísvimjing og Natanel hevði 09:47.29, sodan.
Tað blivu givið tvær nálir í dag í Svimjihøllini í Klaksvík og Ægir átti teir báðar tvær. Sera flott svomi Natanel A. Matras.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: