Næstan javnstøða í Klaksvíkar Býráð


Kringvarp Føroya og aðrir Portalar í Føroyar gjørdi fyri nøkrum vikum síðani sera nógv burtur úr at ongin javnstøða er í Føroyum, tá ið tosað verður um politikk og reint út sagt rakkaði tey Fólkaflokkin niður, men í Klaksvíkar Býráð var næstan javnstøða á býráðsfundinum í gjárskvøldið.
Hevði Símun á Høvdanum ikki møtt upp, so hevði tað verið fleiri kvinnur enn menn á býráðsfundinum í gjárskvøldið, tí so hevði Herfrí Sørensen komi inn og hevði tað verið 6 kvinnur og 5 menn og tað hevði verið fyrsti ferð at tað hevði hent. Í gjárskvøldið vóru tað 5 kvinnur og 6 menn. Tær vóru Gunvá við Keldu, Signhild V. Johannesen, Jóhanna Christiansen, Beinta Klakkstein og Annika S. Biskopstø.