Nærkast dupult upp og onki hendur?

Tað hava ongantíð verið so nógv smittaði í Føroyum sum júst nú og enn er Føroyar í gulum.

Í gjár bleiv aftur sett met, heili 241 tilburðir og nú eru 850 smittaði.

Hví innføra ferðsluljós, tá ið man ikki gongur eftir teimum álíkavæl, tykist mær sera løgið? man kann also ikki bara seta ferðsljós í gildi og so siga eitt annað nakrar vikur aftaná.

Jú tað eru 4 innløgd í løtuni, men hvat nú um tað blivu 20 innløgd í morgin? bleiv so Føroyar koyrt í reytt beinavegin og er tað ikki ov seint at seta tiltøk í verk tá og hví hava vit ferðsljós?

Talið skuldi ikki vera omanfyri 75 í miðal í eina viku fyri at Føroyar skuldi blíva reytt og nú er tað næstan dupult upp, talið er komi upp á 121,43 í miðal fyri 7 teir síðstu dagarnar og væntandi verður tað dupult upp tær næstu dagarnar, men onki verður gjørt, so tað er at avtaka ferðsluljósini beinanvegin og vóna at tali av smittaðum ikki fer longur upp.

SáH