Nærkast at Gadus fer at sigla heim

Gadus hevur umleið 700 tons í lastini og nærkast fulla last sum er  áleið 750 tons.

Teir fóru túr tann 20. januar og hava teir roynt í norskum sjógvi.

Hesin túrurin er munandi betri enn seinastu túrurin, tá høvdu teir bert 380 tons, tann túrurin vardi frá 31. oktober og til miðjan januar.

Væntandi verður lastin full í hesari vikuni um alt gongur gott og so verður sett beina kós á Klaksvík.

Vit ynskja skipara og manning góðan fiskiskap víðari.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author