NÆMINGAR SAVNA PENING TIL UKRAINA

Fyrstu vikuna í apríl fara næmingar á Skúlatrøð undir áhugaverda verkætlan, har endamálið er at savna inn pening til børn í Ukraina. Høvuðsboðskapurin í verkætlanini er, at vit øll kunnu gera mun og at saman røkka vit langt.

Mynd av eurochild.org

Á Skúlatrøð hava vit úr at gera fyri tíðina. Týsdagin fara allir næmingar skúlans nevniliga undir eina áhugaverda verkætlan, har endamálið er at savna pening inn til børn í Ukraina. Við verkætlanini ynskir skúlin eisini at skapa sambond millum næmingar og nærsamfelagið, soleiðis at býurin stendur saman við tí endamáli at hjálpa har, ið tørvur er á hjálp.

Smáar barnahendur megna nógv
Týsdagin 5. apríl verður øll vanlig undirvísing tískil niðurløgd. Elstu næmingar skúlans fara til arbeiðis hjá ymiskum størri fyritøkum í býnum, meðan yngstu næmingarnir fara út at syngja fyri eldru borgarum. Á skúlanum fara hinir næmingarnir at framleiða smáar prýðislutir, sum møguligt verður hjá foreldrum og øðrum at ogna sær seinni í vikuni.
Vit eru sera spent til verkætlanina, sum liggur fyri framman.

Hetta er ein stór og gevandi verkætlan, sum vit nú fara í gongd við. Næmingarnir eru spentir og fáa við hesum øll møguleika til at rætta eina hjálpandi hond út til teirra, sum eru í neyð. Tí hóast barnahendur eru smáar, so megna eisini hesar hendur nógv.

Elstu næmingarnir til arbeiðis hjá fyritøkum
Ein av grundarsteinunum undir verkætlanini er, at næmingar skúlans koma í samband við samfelagið, sum liggur uttanfyri sjálvan skúlan. Skúlin hevur tí fingið samstarv í lag við Vinnulívsráðið í Klaksvík, Klaksvíkar Handilsfelag og Klaksvíkar Kommunu, sum øll hava víst verkætlanini jaligan áhuga. Tí fáa eldru næmingar skúlans møguleika til at koma til arbeiðis hjá størri fyritøkum í býnum í nakrar tímar, har næmingarnir kunnu royna ymiskt arbeiði, sum annars ikki er gerandisdagur á skúlanum. Aftur fyri lata fyritøkurnar eina stuðulsupphædd til skúlan, sum seinni í vikuni handar Reyða Krossi í Føroyum peningin.

Vit eru so sera takksom fyri samstarvið, sum er fingið í lag við fyritøkurnar í býnum. Hetta gevur næmingunum nakrar øðrvísi royndir, samstundis sum næmingarnir vónandi eisini fáa eina kenslu av, at tey sjálvi hava verið við til at savna peningin inn.

Kvøldseta, har øll eru hjartaliga vælkomin
Hóskvøldið 7. apríl bjóðar skúlin øllum áhugaðum til eina kvøldsetu á skúlanum, har til ber at ogna sær onkran av prýðislutunum, sum næmingarnir hava evnað til. Nýggja miðhøllin verður karmur um tiltakið, har Reyði Krossur eisini kemur at kunna um týdningarmikla hjálpararbeiði, sum fer fram kring allan heimin. Kvøldsetan verður skipað sum ein hugnalig løta, har fólk kunnu koma og fara, sum tey hava hug.

Á nýggja pallinum verða ymiskar smærri framførslur, har næmingar og lærarar skúlans framføra og eisini verður møguligt at keypa kaffi, te og nýbakaðar vaflur, sum næmingar baka.

Dyrnar lata upp klokkan 16 og endar kvøldsetan klokkan 20, tá innsavnaði peningurin verður handaður Reyða Krossi Føroyar.

Øll eru so hjartaliga vælkomin til at støkka inn á gólvið hósdagin, tá kvøldsetan er.

Verkætlanin á Skúlatrøð verður framd í samstarvi við Reyða Kross Føroyar, Vinnulívsráðið í Klaksvík, Klaksvíkar Handilsfelag og Klaksvíkar Kommunu.

Um onkur hevur hug at stuðla verkætlanini hjá næmingunum á Skúlatrøð ber til at flyta eina peningaupphædd á konto 9865- 200.045.2 áðrenn 7. apríl. Viðmerk “Ukraina-innsavnan Skúlatrøð”.

á Skúlatrøð

Lýsingarprísir klikk bannaran

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: