Mynstringarbann við uppisjóarskipinum Artic Voyager

Manningarfeløgini Føroya Skipara-& Navigatørfelag , Maskinmeisttarafelagið og Føroya Fiskimannafelag, lýsa Mynstringarbann við uppisjóarskipinum Artic Voyager, so leingi sum eingin seravtalað fyriliggur um hvussu manningin á Artic Voyager verður avrokna, Tá Artic Voyager fiskar Makrel kvotuna hjá bólki 4 T “ Landleiðstrolarar”
Tá p/f Jókin, kann vátta fyri nevndu manningarfeløgunum, at skipari og manning umboð á Artic Voyager, mynstra eftir galdandi sáttmála millum Føroya Reiðarafelag og nevndu manningarfeløgunum eftir grein 36. Kraftblokkaskip við nót ella troli, “ størri enn 1500bt “ verður mynstringarbannið avlýst
vinarlig
Manningarfeløgini
Føroya Skipara-& Navigatørfelag Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag