Myndir og Filmsklipp Klaksvíkar Hornorkestur spældi við Fípuna Føgru

Klokkan 17:00 spældi Klaksvíkar Hornorkestur í Vágstúni við Fípuna Føgru.

Hevði júst latið Maverick Barr upp og fekk upplýst, at Klaksvíkar Hornorekstur fór at spæla í Vágstúni, so eg lat barruna aftur og fór yvir at heilsa uppá og har vóru nøkur fólk samlaði og lurtaði eftir vøkru tónunum frá Klaksvíkar Hornorkestri, tey spældu nøkur djúp og vøkur løg og tá ið tey høvdu spælt 4-5 løg, so bleiv tað meira lívligir sangir, sum vit kenna Klaksvíkar Hornorkestur best fyri.

Jógvan Skorheim helt eina sera stutta røðu og ynski Klaksvíkar Hornorestur hjartaliga tillukku við 70 ára degnum og handaði formanninum Petur Eliasen eitt blómutyssi og ein brævbjálva, sjá filmsklipp herundir.

Klaksvíkar Hornorekstur hevur altíð stóran sett dám á hátíðarhald í býnum, bæði á Grækarismessu, Flaggdegnum, Norðoyastevnu, Jólum, merkisdagar og aðrar løtur og tað hava tey gjørt í samfull 70 ár, stóra takk fyri tað.

Hjartaliga tillukku við 70 ára degnum og ynskja vit á News.fo og Norðoya Portalinum tykkum eina bjarta framtíð.

SáH




« 1 af 2 »
Grillin hjá Símun - Maverick
Grillin hjá Símun – Maverick
Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.