Myndir: Gadus kom aftur sunnudagin

Klokkan 19:23 legði Gadus at bryggju við vesturi kaj niðanfyri NFCS og var tað havnameistarin Jógvan á Lakjuni og reiðarin Hanus Hansen sum tóku ímóti.

Nógv fólk vóru og tóku ímóti í góða veðrinum og tað eydnaðist manningini, at fáa tað síðsta við av minnisverdu Norðoyastevnuni, sum Klaksvíkar Kommuna skipaði fyri hesuferð, men teir høvdu einki forsømt, tí Norðoyastevnan hevði slett onki uppá seg í ár.

Teir kundi fara til tvey tiltøk sunnukvøldið, ungdómsmøti í KFUM & K klokkan 20:30 og klokkan 21:00 í biograf í Atlantis Bio, har filmurin Little Women var vístir.

Gadus hevði fult skip, heili 752 tons og skipari hendan túrin var Ólavur Biskopstø.

Vit ynskja skipara og manning vælkomin aftur og her nakrar myndir frá sunnudegnum.

SáH

Please follow and like us:

One thought on “Myndir: Gadus kom aftur sunnudagin

  1. Pingback: 토토

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.