Klokkan var 10 í morgun og tónleikur rungaði á Djúpumýri. Fór niðan á vøllin og spurdi ein lærara hvat hendi? og segði hann, at í dag var skúlarenningin á Skúlatrøð, hetta skrivar Skúlatrøð á teirra heimasíðu:

Í dag 21. septembur var árligi rennidagurin á Skúlatrøð. Tiltakið byrjaði við upphiting á vøllinum, har næmingar í 10. flokki skipaðu fyri.

Síðani vórðu flokkarnir sendir avstað floksvís. Runnið var vanliga teinin eftir vegnum út til Norðoyri og aftur til skúlan, har næmingarnir vóru skrásettir fyri teinin, teir høvdu runnið.

Veðrið var ikki av tí allarbesta, men heilt brúkiligt við frískum loti og sól, og áðrenn tað bleiv vindur og regn, vóru børnini komin á mál, har tey fingu sunkist og frukt.

Sum tit síggja á myndunum, vóru børnini glað á túrinum og kunnu fara kropsliga troytt í vikuskifti.

Her nakrar myndir eg tók á vøllinum, sjá niðanfyri og her nakrar myndir frá heimasíðuni hjá Skúlatrøð, klikk her “Skúlarenningin á Skúlatrøð”

Kelda: Skúlatrøð

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author