Myndir frá dystinum Føroyar – Danmark 0-1

Her nakrar myndir frá søguliga dystinum í gjárskvøldið, har Føroyar var nær við at taka øll av bólið, tá ið bólurin brast á yvirleggjarnum í seinna hálvleiki og vit vóru nær við at koppa stóra beiggjanum Danmark.

Tað eydnaðist tó Danmark við góðari hjálp frá dómarnum at vinna á Føroyum, tá ið Jonas Wind í 85. min. skoraði sigursmálið og tá spældi Føroyar við bert 10 monnum eftir at René Shaki Joensen bleiv rikin av vøllinum og fríspark til Danmark og bólturin bleiv lagdur væl innfyri og har bleiv hann stútaður á stongina og í málið til úrslitið 1-0 til Danmark, uttan møguleika hjá Teiti at bjarga.

Tórsvøllur kókaði og ein hevði tað føling, at Føroyar fór at halda tørn og sera uppløgdum Skansafólkum, so var stemmingurin í topp, 10 tal til Skansan.

Stórt rós til Føroyar og besti leikarin á vøllinum gjørdist Teitur Matras Gestsson og honum í hølunum kom Oddmar Færø.

Myndir: Símun á Høvdanum og Sólarn Isaksen

« af 2 »

 

Please follow and like us: